Tænasta
Kommunan kann bjóða tær tænastur ið skulu til fyri at nøkta trygdarliga og útbúgvingarliga tørvin hjá borgarunum, við einum fullmannaðum sløkkiliði og skúla við tilhoyrandi fimleikarhøll. Til tann meira trivnaðarliga tørvin kann kommunan bjóða dagrøktarpláss, ein spælistova er innrættað til børnini at vera í, ímeðan tey verða ansað, og tey fáa eisini møguleika at røra seg í fimleikarhøllini.Góður møguleiki er eisini at byggja hús og búsetast, tí kommunan hevur eina góðkenda byggisamtykt, ið viðførir at útstykking er møgulig.




