Søgan

Hvannasunds kommuna var í 1872 partur av Norðoya Prestagjdalds kommunu.

Í 1908 var Hvannasunds kommuna uppi í Viðareiðis, Fugloyar og Svínoyar sóknar kommunu.

Í 1950 gjørdust tær seks bygdirnar við Hvannasund til Hvannasunds kommunu. Hesar seks bygdirnar eru: Múli, Fossá, Norðdepli, Depli, Norðtoftir og Hvannasund.

Fossá (nú avtoftað) og Norðdepli eru niðursetubygdir frá 1866-68. Hinar fýra bygdirnar eru aldargamlar. Múli er nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Í Depli stendur friðaður garður. Hesin er frá 1815.

Hvannasunds kommuna er sum flestu gomlu kommunur í Føroyum broyttar frá gamla bóndasamfelagnum til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag.
Vinnulívið í kommununi er nærum alt fiskivinna og útróður. Havnaviðurskiftini eru góð.

Í 1963 varð flakavirki bygt í Norðdepli. Síðani bergholini vóru gjørd í 1967, er samvinnan við klaksvíkingar vorðin sera stór. Koyrdar verða bæði virkaðar og óvirkaðar vørur millum kommunurnar.

Tvey stór alibrúk eru í kommununi, eitt hvørju megin byrgingina.
Samferðslukervið er væl útbygt. Koyrandi er millum allar bygdir í kommununi. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Rutubáturin út til Svínoyar og Fugloyar siglir út frá Hvannasundi.

Sjálvt um roynt varð at stovna skúla eystan Múla í 1737, kom ikki gongd á fyrr enn í 1835. Tá fór viðingur, giftur á Toftum (Norðtoftum), at lesa við børnunum á Toftum, Depli og Múla. Í 1837 fór annar viðingur at lesa við børnunum á Viðareiði og Hvannasundi.

Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin stendur uppi enn. Børnini í Hvannasundi vórðu rógvin í skúla, og hini noyddust at ganga. Skúli varð so aftur bygdur í Hvannasundi í 1932. Hesin er í dag kommunuskrivstova.

Í 1985 varð nýggjur skúli bygdur á Fossánesi, og her ganga nú øll børnini í kommununi í skúla til og við 7. skúlaár. Skúlabørnini í framhaldsdeildini verða koyrd til Klaksvíkar.

 





Skrivstovan                                                                                     
Opið er:
Mánadag kl:13-16
Mikudag kl.: 9-12

Telefon nr:452007/231083

Borgarstjórin: 585895

Bingjuplássið
Mikudag
19:00 til 21:00
Leygardag
13:00 til 15:00

Barnaansingin
Dagrøktarleiðarin tlf 585891
Spælistovna tlf 452166
Frítíðarskúlin leiðarin 585896
Skúlin
Skúlin á Fossánesi tlf 452120
Skúlastjórin tlf 585894

Myndasavn