Løgregluvitjan (SSP) týsdagin 23. oktober

Image result for ssp í føroyum

Týsdagin 23. oktober kemur ein politistur at vitja 1. og 6. flokk. Hetta er í samband við SSP arbeiði. SSP stendur fyri skúli, sosialir mynduleikar og politi. 
 
      1. flokk: 2x45 min um Ferðslu (seinni tímin er praktiskur, har vit fara út í ferðsluna at ganga) børnini skulu tí hava heit og góð klæði við í skúla, og hava vest við.
 
            6. flokk: 2x45 min um “Moralur og etikkur á netinum”, har vit fara at tosa og kjakast um, hvat vit skulu                            ansa eftir, tá vit ferðast á netinum – hvørjir vandar eru á netinum


Evnisdagar um heyst

Mikudagin og hósdagin hava vit evnisdagar um heyst. Vit eru í skúla soleiðis:

Mikudagin kl. 8.00 - 12.30 har vit arbeiða í ymiskum verkstøðum 

Hósdagin kl. 8.00 - 11.30 vit fara at fletta



Sjúkramelding

Í samband við at Myrna er sjúkrameldað frá 18.sept. - 14. okt., røkir Jeanni starvið sum skúlaleiðari. Jeanni hevur tlf. nr. 52 34 38. 

Barnatannrøktin
Image result for tandbørstning
Barnatannrøktin hevur vitja skúlan í dag, 13. sept. Tey hava havt undirvísing við øllum flokkunum um tannbusting, tannrøkt og kost. Eisini hava allir næmingar í 4.-7. flokki fingið undirvísing í at busta tenn og hesir næmingar eru eisini kannaðir um hvussu væl teir busta og um nakað hol er. Tey lata heilsa og minna á at:

- Busta 2 x hvønn dag
- Brúka tanntráð hvønn dag
- Ikki ov nógv søtt

Heilsan Emma og Katrin

Rennidagur 2018
Related image
Um viðrar verður árligi skúlarennidagurin hósdagin 6. september. Næmingarnir møta sum vanligt kl. 8. Vit hava morgunsang og fara at renna uml. kl. 8.30. Tá ið næmingarnir hava runnið fáa teir frukt og okkurt at drekka. Skúladagurin endar aftaná renningina, uml. kl. 10.30. Tó verða tey, ið skulu í frítíðarskúla í skúla til kl. 11.20. 

Foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 5. september kl. 19. 
 
Musikskúlin

Billedresultat for music

Í ár ber til eins og undanfarna ár at hava eina ókeypis royndartíð á 4 vikurÍ ár er møguleiki at ganga til klaverUndurvíst verður eina ferð um vikuna, og í ár verður tað hósdag. Lærari er Petur Martin Johannesen. 


Skúlamjólk 
Billedresultat for mjólk mbm

Tey, ið ynskja skúlamjólk skulu útfylla seðilin skjótast til ber og geva hann til flokslæraran. Seinasta freist at gjalda er 31. august.

Image result for skolestart
Skúlagongdin byrjar aftur hósdagin 16. august 

Skúlin byrjar aftur hósdagin 16. august. 2. - 7. flokkur møta kl. 10 og 1. flokkur møtir kl. 11 




Image result for sommerferie
Summarferia 27. juni - 15. august 

Skúlin byrjar aftur hósdagin 16. august  

Vitjan hósdagin 21. juni kl. 10

Hósdagin 21. juni kl. 10 fáa vit vitjan av Juliannu og Silas. Tey fara at greiða okkum frá tí spennandi ferð tey fara á saman við børnunum Silju, Carinu og Seth til Mongolia. Aftaná tey hava greitt frá fáa børnini kaku. Skúladagurin endar uml. kl. 11.30 

Billedresultat for mongoliet verdenskort

Ársroyndirnar hjá 6. og 7. flokki juni 2018


Mánadagin 11. juni: Kl. 8.00 -         :  Føroyskur stílur

Týsdagin 12. juni: Kl. 8.00 - 9.00     :  Fyrisøgn  

kl. 9.15 -  Føroyskt munnligt 

Mikudagur 13. juni: 7. fl. skal til Klaksvíkar til samansjóðingardag. 

                     6. fl. hevur frí.

Hósdagin 14. juni: kl. 8.00 -              : Danskur stílur + danskt munnligt

Fríggjadagin 15. juni:  kl. 8.00 -        : Rokning: fimisrokning og greiðslurokning

Mánadagin 18. juni:  kl. 8.00 -          : Enskur stílur + enskt munnligt.


Næmingarnir fáa tíðirnar nær tey skulu møta til munnligu royndina mánadagin 11. juni.


Garðdagur


Leygardagin tann 26. mai er garðdagur á skúlanum frá klokkan 09:00 til 14:00

Vit byrja við morgunmati kl. 9 og fara so út at arbeiða. 
Planurin er at gera hetta: 
hegna sunnaru síðu á vøllinum
koyra nýggj net í málini á vøllinum 
hegna runt um eplaveltuna 
gera vernd (víðari frá síðsta ár) til planturnar við parkeringsplássi 
rudda grót við lyktapelarnar 
laða varðar (víðari frá síðsta ár)
lúka ókrút
planta 
hampa bálpláss
Uml. kl. 13 fara vit at grilla og enda so uml. kl. 14



Jarðarferð

Vegna jarðarferð verður skúlagongd til kl. 12.35 mikudagin 23. mai. 

Jarðarferð

Vegna jarðarferð verður skúlagongd til kl. 12.35 mikudagin 9. mai. 

Kunnandi fundur fyri komandi 8. flokk

Felags kunnandi fundur fyri øll foreldur at næmingum í komandi 8. flokki, verður á Skúltrøð tann 24. apríl.

Sagnir og ævintýr

Týsdagin høvdu vit vitja av Listaleypinum. Hesa ferð var tað Anfinnur Heinesen, sum saman við tónleikabólkinum "hettarher" endurgóvu søgur og ævintýr frá okkara forfedrum, m.a. Dr. Jakobsen. Pallmyndin var bygd upp av einum hugsveimandi ljóð- og ljósheimi. Tiltakið riggaði ótrúliga væl og hugtók hetta børnini. Tað var onkuntíð eitt sindur óhugnaligt og hugflogið fór rættiliga á flog. Til tíðir kendist tað, sum um vit vóru mitt í einum filmi. 

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.  


event img


Páskafrítíð

Vit møta aftur í skúla týsdagin 3. apríl kl. 8.00.

Góða páskafrítíð. 

Her er ein mynd frá hósdegnum har allir næmingarnir gjørdu slikkipinnar og páskakurvar.





Sangleikurin "Tarzan" í Fuglafirði 21. mars

Image result for tarzan

Mikudagin 21. mars fara vit øll til Fuglafjarðar at hyggja at sangleikinum "Tarzan". Næmingarnir møta sum vanligt kl. 8. Bussur kemur eftir okkum á skúlanum kl. 8.15 og koyrir okkum til Fuglafjarðar, og koyrir okkum norður aftur eftir sangleikin. Sangleikurin byrjar kl. 9 og varðar 2 tímar. Næmingarnir fáa so frí aftaná sangleikin. Vit verða væntandi her norðuri aftur um 12 tíðina. Tó kunnu tey, ið ganga í frítíðarskúla koma aftur á skúlan og verða á skúlanum til kl. 12.35.

Svimjing mánadagin 19. mars
Image result for swimming lessons
Mánadagin 19. mars svimur 1. 2. og 3. flokkur. 


Tunnusláttur mánadagin 12. februar

Billedresultat for tunnusláttur

Mándagin 12. februar fara vit at sláa tunnu. Vit fara eisini at finna bestu grýlurnar. Næmingarnir møta kl. 9 hendan morgunin, skúlin verður tó opin kl. 8. Aftaná vit hava sligið tunnu fara vit at fáa kakao og fransbreyð. Síðan verður atkvøtt um bestu grýlurnar. Næmingarnir fáa so frí aftaná (tað verður uml. 11.30), tó kunnu tey, ið ganga í frítíðarskúla verða á skúlanum til kl. 12.35.


-------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Kvæðadagur 9. februar kl. 10.30

Billedresultat for føroyskur dansur

Fríggjadagin 9. februar kl. 10.30 fara vit uppá gólv í skúlanum. Øll eru vælkomin norður á skúlan, vit vóna at fleiri kunnu koma at dansa saman við okkum, jú fleiri vit verða, jú betri gongur dansurin. 

Vit hava seinastu dagarnar kvøtt hvønn morgun. Børnini hava skipað sjálvi og tey eru sera dugnalig. Í gjár høvdu vit vitjan av Silju Sivertsen, Ólavi Syderbø, Elsu Krossstein og Snæbjørg Gustavsdóttir frá Klaksvíkar Dansifelag. Dansurin gekk sera væl og tað var hugaligt at síggja hvussu væl næmingarnir dugdu. Kvæðini børnini hava kvøtt hesar dagar eru: Sigmunds kvæði yngra (1-20), Stat op Sankta Simeon, Mús pá korn, Burtur á heiði, Veturin kom og Nú liggur ein kavafonn tindi á. 


--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Innbjóðing

Foreldrafundur fyri 4. flokk


Felags foreldrafundur fyri 4. flokkar verður á SKÚLATRØÐ (miðhøllin) mánadagin 8. januar 2018 kl. 19 – 21


Evni: Ferðast á netinum, Elin Michelsen, serkøn í sosialum miðlum leggur fyri. 


Vinarliga SSP


--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------



Konfirmatión


Nú fara tey, ið skulu fermast í vár, at byrja at ganga til prest. Byrjað verður við kunningarfundi fyri foreldur og konfirmantar í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi hóskvøldið 18. januar kl. 19.00. Havið dóps- ella navnabræv við.


Vinarliga Jóannes Purkhús, sóknarprestur


-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Gott nýggjár

Skúlagongdin byrjar aftur mikudagin 3. januar kl. 9.00. Skúlin er tó opin kl. 8

------------------------------------------------------------------------------------------------

Jólahaldið 2017

Árliga jólahaldið verður mánakvøldið 18. desember kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Billedresultat for jesu fødsel
-------------------------------------------------------------------------------------------------

Skrá fyri síðstu vikuna

Mánadagin 18. des.: kl. 08.00-12.35  Fyrireiking til jólahaldið
Týsdagin 19. des. : kl. 08.00-11.20  Flokslæraradagur, rudda og hugna okkum
Mikudagin 20.des.: kl. 09.00 Møta kl. 9 (skúlin er tó opin kl. 8)
kl. 11.00 Fara í kirkju - Jólafrí eftir kirkjugongdina

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól 



Image result for christmas

--------------------------------------------------------------------------
Jólaroynd hjá 6. og 7. flokki

Mánadagin 27. nov.: kl. 08.00-09.15  Føroysk mállæra 
kl. 09.50-12.00  Føroyskur stílur
Týsdagin 28. nov. : kl. 08.00-09.15  Rokning (teir 4 roknihættirnir)
kl. 09.15-10.30  Rokning (loyvi at nýta hjálpiamboð)
kl. 11.00-12.00  Fyrisøgn
Mikudagin 29.nov.: kl. 08.00-09.15  Ensk mállæra
kl. 09.50-12.00  Enskur stílur 

Næmingarnir í 6. og 7. flokki eru hesar dagar jólaroyndin er, bert í skúla til sjálva royndina. 

-------------------------------------------------------------------------------------------------

Kunning - Næmingar fáa frí 8. november vegna Ráðstevnu

 

Billedresultat for mentamálaráðið

Til allar fólkaskúlar

Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum

Mikudagin 8. nov. 2017 skipar Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í  Norðurlandahúsinum.

Næmingarnir fáa frí ráðstevnudagin. 

 

Blíðar heilsanir

 Gundur Mortensen, Nám og Jenny Lydersen, MMR

---------------------------------------------------------------------------------

Mín jólabók 2017

Allir næmingar hava fingið seðil heim við, um teir ynskja at halda Mín jólabók. Til ber at tilmelda seg á netinum (sí frágreiðing á seðili) ella at lata seðil og pening inn til flokslærara í seinasta lagi fríggjadagin 10.nov.


Enn er eisini møguleiki hjá næmingum at tekna STROK ella Píka7 hald. Um tey tekna seg nú fáa tey allíkavæl øll bløðini. 

--------------------------------------------------------------------------------

Svimjing mánadagin 6. november

Mánadagin 6. november svimur 4. og 5. flokkur. 

-------------------------------------------------------------------
Sjúkramelding

Jeanni er sjúkrameldað frá 19. oktober -19. november. Selma Høgnesen er fyri Jeanni hetta tíðarskeið, av tí at Selma ikki kann allar dagarnar, taka Poul Jacob og Jákup nakrar av tímunum eisini.
--------------------------------------------------------------------

EuroClass
Týsdagin 17. oktober fáa vit vitjan av EuroClass. EuroClass er ein kristin eftirskúli í Danmark. Fleiri næmingar frá Hvannasundi og Norðdepli hava gingið á hesum skúla. Næmingarnir fara at dansa og framføra ymisk dramastykkir. Eisini fara tey at fortelja frá teimum ymsu túrunum tey hava verið á. 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fartelefon
Vegna stórar trupulleikar af fartelefonum, verður tað frá hósdegnum 5. oktober ikki loyvt at hava fartelefon við í skúla. Um tað er átrokandi at næmingar mugu hava fartelefonina við, skal hon avleverast á lærarastovuni um morgunin kl. 8 og skal so avheintast tá ið skúladagurin er liðugur. 

Píka7 og Strok

Í ár er tað soleiðis, at tað eru tvey føroysk barnabløð, sum allir skúlanæmingar kunnu halda. Blaðið Píka7 og Strok. Píka7 er mest ætla til børn frá 0.-2 flokk og Strok til børn frá 3. flokki og uppeftir. Tó er tað bara vegleiðandi.

Til ber at tekna seg til bløðini inn á heimasíðunum, sum eru upplýstar á tilmeldingararkinum, sum næmingarnir hava fingið við heim. Til ber eisini at hava pengar við til flokslæraran. 

Í nøkur ár hevur skúlin rindað ein part av haldinum hjá næmingunum, men soleiðis verður tíverri ikki í ár. Kostnaður, systkinaavsláttur o.a. stendur alt inni á heimasíðunum píkasjey.fo og strok.fo.

--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------


Vitjan av skúlatannlæknanum

Vit hava í dag havt vitjan av tannrøktarum frá skúlatannlæknanum. 1. - 3. flokkur fekk undirvísing í heilsugóðum kosti og tannrøkt. 4. - 7.flokkur fekk undirvísing í heilsugóðum kosti og tannbusting (øll fingu "innfarva" tennirnar og skuldu so busta tennirnar aftaná). 

--------------------------------------------------------------------------------
Musikskúlin 
Musikskúlin byrjar hósdagin 31. august. Tað er Petur Martin, ið kemur at undirvísa í klaver. Næmingarnir fáa eitt tilmeldinarskjal við heim, har til ber at teknað seg. Aftur í ár verður tað so at tað verður møguleiki til at hava eina royndartíð í 4 vikur.

---------------------------------------------------------------------------------
Svimjing

Svimjingin byrjar aftur mánadagin 4. september. Tað eru 6.og 7. flokkur, ið svimur fyrst. Øll holdini svimja 4 ferðir hvør áðrenn jól.

---------------------------------------------------------------------------------

Fráboðan um fráveru

Vinarliga boða skúlanum ella flokslærara (sms ella ring) frá, um næmingar ikki koma í skúla. Hetta tí at flokslærarin skal føra upp í protokoll, um fráveran er loyvd (fráboðað) ella ikki (ikki fráboðað). 

Skúlin:    tlf. 452120 ella 253263
Signa (1.-3.fl.):   tlf. 218784
Jeanni (4.-5.fl.): tlf. 523438
Nancy (6.-7.fl.) : tlf. 276438

 

Elin & Óli Fossanes.pdf  






Skrivstovan

Sundsvegur 6
Opið er:
Mánadag kl: 10-14
Mikudag kl: 10-14
Hósdag kl: 10-14

Telefon nr:452007
t-post:
hvannasund@hvannasund.fo
Borgarstjórin: 735895

Bingjuplássið

Opið er: Mikudag:19:00 til 21:00
              Leygardag:13:00 til 15:00

Barnahúsið Imba

Opið er:mánadag til fríggjadag kl:7:30-17:00

Leiðarin tlf. 735891

Frítíðarskúli tlf. 735896

Vøggustova tlf. 735897

Barnagarðsstova tlf. 735898


Hvannasunds havn

tlf. 219700

Skúlin

Skúlin á Fossánesi tlf. 452120
Skúlastjórin tlf. 253263  
Hallarleiga tlf. 735892   

Myndasavn