Navnakapping
Tann 1. apríl í ár letur nýggi dagstovnurin á Fossánesi upp. Dagstovnurin fer at rúma børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri og frítítíðarskúla fyri børn í 1.-3. flokki.
Bygdaráðið hevur samtykt at skriva út kapping um navn til stovnin. Ynskiligt er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið á stovninum
Sendið navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt til Hvannasunds kommunu og merkið brævbjálvan “Navnakapping”.
Navnið á sendaranum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í ein annan afturlatnan brævbjálva saman við uppskoti og frágreiðing.
Uppskotið skal sendast Hvannasunds kommunu, Sundsvegi 31, FO-740 Hvannasundi - og skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. mars kl. 13.00.
Virðisløn á kr. 3.000,- verður latin fyri besta hugskotið.
Kommunan tilskilar sær rættin ikki at nýta vinnandi uppskotið.




