Frítíðarskúlin

Á fundi 11.11.2009 samtykti bygdaráðið at gera eina roynd við frítíðarskúla. Tilboðið um frítiðarskúla er fyri børnum úr 1.- 3. flokk. Í miðal hava verið 17 børn í frítíðarskúlanum, ið hevur hildið til í eldra partinum í skúlanum á Fossánesi.

Hølis viðurskiftini eru sera góð og hava børnini vítt um at fara : tvær skúlastovur, stóra rúmliga gongd við sofum, stórt uttandura økið, fimleikarahøll og ikki minst náttúruna beint uttanfyri dyrnar.

Foreldur og børn hava verið sera glað fyri frítíðarskúlan og hevur bygdaráðið samtykt at halda fram við frítíðarskúlanum.

Tað kostar 900 kr. um mánaðin at hava barn ansað í frítíðarskúlan.






Skrivstovan                                                                                     
Opið er:
Mánadag kl:13-16
Mikudag kl.: 9-12

Telefon nr:452007/231083

Borgarstjórin: 585895

Bingjuplássið
Mikudag
19:00 til 21:00
Leygardag
13:00 til 15:00

Barnaansingin
Dagrøktarleiðarin tlf 585891
Spælistovna tlf 452166
Frítíðarskúlin leiðarin 585896
Skúlin
Skúlin á Fossánesi tlf 452120
Skúlastjórin tlf 585894

Myndasavn