Skúlin
Skúlin hjá Hvannasunds kommunu liggur nakað burtur frá húsum í tí sera vakra umhvørvinum á Fossánesi norðan fyri byrgingina Borðoyarmegin.Hann varð tikin í nýtslu í 1983, og var, tá hann varð bygdur, ein sera vælútgjørdur og framkomin skúli.
Skúlin er útgjørdur við stovum til smíð, alisfrøði, køk og bókasavn, men av tí at barnatalið í kommununi er økt nógv seinnu árini, verða allar stovurnar í løtuni eisini brúktar til aðra undirvísing.
Umframt stovurnar hevur skúlin eisini eina góða fimleikarhøll, sum eisini verður brúkt til eitt nú flogbólt eftir skúlatíð.
Á sumri 2002 varð fótbóltsvøllur lagdur við skúlan. Til støddar er hann sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og FSF hevur góðkent vøllin at brúka til kapping millum tey yngru.
48 ganga børn í skúlanum á Fossánesi, og tað ber í sær, at skúlin er fýraflokkaður. Hetta merkir, at seks flokkar eru lagdir saman, tveir og tveir, meðan tann sjeyndi er fyri seg. Skúlaárið 2004-2005 vera 1. og 2. lagdir saman, 3. og 4. við, og tað vera 6. og 7. eisini. Fimti flokkur verður einsamallur, av tí at hann er tann størsti.
Fimm lærarar eru við skúlan.
Kontakt
Poul Jacob Zachariassen er fyrstilærari, og hann er at hitta á skúlanum á tel. 452 120/585 594 og heima á tel. 452 118.Ætlar tú at leiga fimleikahøllina, kanst tú venda tær til Sigbjørg K. Olsen á tel. 452 191/585 892. Skalt tú leiga allan skúlan, má umsókn sendast kommununi.




