Átrúnaður
Hvannasund er sum flestu aðrar kommunur í landinum. Her er kirkja, samkomuhús og sunnudagsskúli.
Kirkjan liggur í Hvannasundi, og har er reglulig kirkjugongd kl. 12.00.
Skipað verður eisini fyri sunnudagsskúla í gamla skúla í Hvannasundi, sunnudag kl. 14.00, ungdómsmøtum fríggjakvøld kl. 20.30 og møtum í skúlanum í Hvannasundi.
Brøðrasamkoman hevur salin Hermon í Norðdepli har er regluligir fundir. Sunnudag kl. 11.00 breyðbróting, kl. 12.30 sunnudagsskúli og kl. 18.00 evangeliskir fundir, hósdag kl. 20.00 bønarmøti.




